Lundarsnigil (danskt: lundsnegl - frøðiheiti: Cepaea nemoralis) er skrásettur nakrar ferðir í Føroyum, men tað er ikki staðfest um hann verpur her.[1].
Lundarsnigilin[2] er nakað størri enn nærskyldi urtagarðssnigilin, skelin er 18-25 mm breið og 12-15 mm til hæddar, og hevur 4½ til 5½ snúningar. Ein annar munur er at skeljarondin hjá lundarsnigli er brún. Liturin á skelini varierar frá reydligum, brúnum, gulum ella hvítum, við ella uttan myrkabrúnum tvørstrípum.
Lundarsnigil (danskt: lundsnegl - frøðiheiti: Cepaea nemoralis) er skrásettur nakrar ferðir í Føroyum, men tað er ikki staðfest um hann verpur her..
Lundarsnigilin er nakað størri enn nærskyldi urtagarðssnigilin, skelin er 18-25 mm breið og 12-15 mm til hæddar, og hevur 4½ til 5½ snúningar. Ein annar munur er at skeljarondin hjá lundarsnigli er brún. Liturin á skelini varierar frá reydligum, brúnum, gulum ella hvítum, við ella uttan myrkabrúnum tvørstrípum.