dcsimg

Valmási ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages

Valmási (frøðiheiti - Larus hyperboreus) er lítið minni enn bakur. Kápan er bleikt gráblá og veingjabroddarnir hvítir. Veingirnir røkka at siga einki aftur um velið. Føturnir eru gulir. Hann eigur víða um í teimum køldu Íshavslondunum. Ísland man vera sunnasta heim hansara. Har verpur hann mest í bjørgunum og sigst at vera verri fyri bjargafuglin enn bakur. Um veturin reikar hann víða um. Tá sæst hann av og á í Føroyum, mest skurin; hann er bleikt morflekkutur, nógv bleikari enn svartbaksskurin.[1]

Kelda

  1. Mikkjal á Ryggi: Fuglabókin, Dýralæra II. 1951.

Sí eisini

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors

Valmási: Brief Summary ( Faroese )

provided by wikipedia emerging languages

Valmási (frøðiheiti - Larus hyperboreus) er lítið minni enn bakur. Kápan er bleikt gráblá og veingjabroddarnir hvítir. Veingirnir røkka at siga einki aftur um velið. Føturnir eru gulir. Hann eigur víða um í teimum køldu Íshavslondunum. Ísland man vera sunnasta heim hansara. Har verpur hann mest í bjørgunum og sigst at vera verri fyri bjargafuglin enn bakur. Um veturin reikar hann víða um. Tá sæst hann av og á í Føroyum, mest skurin; hann er bleikt morflekkutur, nógv bleikari enn svartbaksskurin.

license
cc-by-sa-3.0
copyright
Wikipedia authors and editors